Band of Horses á Roskilde

Fleiri nøvn eru almannakunngjørd at koma at spæla á Roskilde Festivalin í ár. Millum hesi er enski bólkurin Band of Horses. Hesin bólkur spælir typiskan rokktónleik.

Eftir fyrstu fløgun, góvu teir í 2007 út fløguna ?Cease to Begin?, sum gjørdi teir kendar bæði í USA og Evropa. Tónleikaliga sigast teir at minna um Neil Young og My Morning Jacket.

 

Umframt Band of Horses verða bólkarnir Clutch, Enter Shikari, Job for a Cowboy og Pilgrimz at hoyra á Roskildefestivalinum.