Tað er eftir mínum tykki nógv meira áhugavert at hyggja eftir virðisøking pr arbeiðstíma, enn eftir kostnaði pr arbeiðstíma, eftir-sum tað í fyrsta umgangi ræður um at skapa so høgt virði sum tilber, pr arbeiddan tíma, hettar er nokk eisini grundin til ymiskar lønaskipanir eru frammi, eitt nú innan flakavinnuna (Akkordskipan).
So leingi sum vit sum nú, eru fangaðir í einari keðiligari ringrás av at hava met í at framleiða og útflyta rávøru og hálvlidna vøru, so hava arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar ongan annan møguleika at hála aftur og fram eftir ávíkavist lønarhækkingum og lønarlækkingum t.v.s arbeiðsløn pr tíma.
Hinvegin tosað vit lítið og einki um, hví tímalønin er relativt lág, og at skattatrýst og avgjaldstrýst hevur met, samanborið við Europa.
Vit kunnu staðfesta, at tey fyrstu uml 50.000 tonsini av rávøru sum fara beinleiðis av landinum ikki skapa meira arbeiðstímar enn at koyra fiskin umborð á fraktskip við keikant og so møguliga onkur skal blakað eitt sindur á ísið oman á fiskin.
Hinvegin er undiritaði greiðir yvir, at um prísurin fyri tann heila fiskin er nógv hægri enn vit klára at bjóða, so er tað best at hann fer heilur av landinum, men vit skulu nokk eisini skilja, at so hava vit í longdini ein nógv størri og álvarsligari trupuleika at dragast við.
Nú kunnu vit so hyggja eftir restini av okkara útflutningi og síggja eina stóra nøgd av hálvfabrikata uttan at fara í smálutir, kunnu vit síggja at Føroyar í dag eru vorðnar eitt bananveldi, hettar sigi eg, tí at vit sum kunnugt framleiða væl minni pr íbúgva, enn okkara grannalond, tað er nokk ikki so løgið, eftirsum rávøran ella »Fólksins ogn verður send til onnur lond at virðisøkja«.
So er spurningurin, hvussu vit skulu bera okkum at við at virðisøkja, soleiðis at fiskivinnan aftur verður før fyri at yvirbjóða arbeiðstímar mótvegis øðrum vinnum, her heima, og mótvegis londum sum vit kappast við.
Fyri at siga tað stutt.
Størri íløguhug og risikovilligan kapital innan framleiðslu á landi.
Betri sølir fyri føroyska framleiðslu.
Rættari og størri automatisering av framleiðslueindini.
Sleppa úr støðuni sum triðja land mótvegis ES.
Granskingarumhvørvi innan fiskivinnu við váðafúsum kapitali.
Hesi tiltøk vilja eftir mínum tykki lyfta Føroyar úr støðuni sum rávøruveitari, og hvar vit aftur av røttum kunnu siga, at vit ikki eru við fyri at læra, men vit eru við fyri at vinna, og at okkara arbeiðsgevarir og okkara verkafólk, skulu fáa væl meira burturúr hvørjum einkultum arbeiðstíma.