Framsýningarnar hjá Birgari Johannessen um Havnina og havnarfólk eru kendar fyri at vera áhugaverdar og øðrvísi og fyri at draga nógv fólk til sín. Nú verður aftur ein av hesum framsýningunum á ólavsøku. Hesaferð er talan um eina framsýning í sambandi við at Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár. Smiðjan í Lítluvík verður karmur um framsýningina, sum er ein tíðarmynd við fokus á 1909, tá kommunan varð stovnað.
Evnini eru fleiri á framsýningini, t.d. verður søgan um tey 49 fólkini, sum vórðu fødd í Havn í 1909 at síggja í myndum og teksti. Av teimum, sum vórðu fødd í 1909, var Martha Mørkøre (g. Matras), tann ið livdi longst. Martha andaðist í januar mánað í ár. Hon hevði annars fylt 100 ár í november.
Fyrsta studentarhúgvan, hon sum Hansy Elisabeth Tausen seymaði í 1950 á »Magasin Du Nord« í Keypmannahavn og sum varð send til Føroyar og góðkend, verður eisini at síggja. Tað áhugaverda við hesi húgvuni er, at studentarnir frá 1951, sum vóru teir fyrstu ið bóru føroysku studentarhúgvuna, hava skrivað navn sítt í hana.
Vágsbotnshandilin byrjaði í 1849 at bryggja m.a. »Skibsøl«. Í 1925 keypti Poul Andr. Restorff bryggitólini frá Vágsbotnshandlinum og setti tey upp í kjallaranum í handlinum hjá sær í Sigmundargøtu. Árið eftir var klárt at selja fyrstu fløskuna frá Restorff´s Brýggjarí. 81 ár seinni, tann 27. august 2007, varð síðsta fløskan tappað á Restorffs Bryggjarí. Upp gjøgnum árini hevur Birgar goymt fløskur, so hvørt sum tær hava skift »etikett«. Á framsýningini vera yvir 70 fløskur frá Restorff at síggja. Tær flestu eru frá 50, 60, og 70-unum, men onkur er nakað væl eldri enn tað. Og sjálvandi verða eisini fløskurnar, sum vórðu bryggjaðar eftir at føroysku bryggjaríini fingu loyvi at bryggja sterkt, við á framsýningini.
Rasmus í Gørðum
»Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum«, er ein av okkara kendastu grammofonplátum. Plátan varð útgivin í 1958. Á framsýningini verður høvi at síggja »trummuna« (ein pappírsspann) og onnur ljóðføri sum vórðu brúkt til hesa plátuútgávu. Eitt eintak av upprunaplátuni frá 1958 verður eisini at síggja.
Tann 20. februar 1941 varð enski trolarin Lincoln City bumbaður á Havnarvág. Tað var ein hending, sum fólk hava tosað um síðani. Bert myndir hava verið at sæð av, tá trolarin varð bumbaður. Tann 7. februar í ár, 68 ár eftir hendingina, var Ingi Sørensen, kavari, niðri á vrakinum og tók myndir. Myndirnar og eitt kúgveyga av Lincoln City eru við á framsýningini.
Tríggir kommunalir vegir vóru gjørdir í 1909. Tann kendasti er nokk Steinagøta. Nógv hendi annars í Havn í 1909. Havnin ger klárt til fyrsta biografin, fyrsti barberurin setur búgv, Háskúlin flytir til Havnar, Havnar Fimleikarfelag verður stovnað, fyrsta realskúlaprógvið verður tikið, Føroya Banki bjóðar lán til »solide mænd«, býráðið setur upp fyrstu Lux-gøtuljósini o.s.fr. Um biografin skriva bløðini soleiðis: “Der arbejdes i denne tid af fuld kraft paa indretningen af et biografteater her i byen. »Sæbehuset`s« store kælderetage er indtaget til lokale for de »levende billeders`s fornøjelige underholdning, der saaledes fra nu af vil indgaa som fast led i vor ikke overdrevent gemytlige by`s forlystelsesliv«.
Í 1909 búðu 1814 fólk í Havn, 870 mannfólk og 944 konufólk. Av hesum 1814 fólkunum vóru 586 av byagd ella úr øðrum londum. Mest »befólkaða« gøtan í Havn í 1909 var Tróndargøta við 148 íbúgvum, og Landavegurin var nummar tvey við 147 íbúgvum.
Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað, verður sagt, men Birgar hevur í skjótt tvey ár skrivað dagbók um, hvussu veðrið er í Havn. Úrslitið verður at síggja á framsýningini. Tað regnar ikki so nógv í Havn, sum fólk annars vilja vera við, sigur hann og nevnir sum dømi, at bert tveir heilir regndagar hava verið higartil í ár. Tann 20. februar oysti niður allan dagin, og tann 26. mars var partvís regn og vátakavi allan dagin. Juni mánaði í ár hevur havt 63 fleiri turrar tímar enn juni í fjør, 464 tímar í mun til 402 í fjør. Yvirlitið er galdandi frá kl. 8 á morgni til á midnátt.
Sum nakað heilt øðrvísi fáa tey vitjandi høvi at velja 5 tey bestu firmanøvnini í Havn.
Birgar sigur, at hann hevur lagt dent á, at framsýningin skal vera upplýsandi. Tey, sum vitja framsýningina, fáa nógv burturúr.
Umhvørvið kring Smiðjuna verður gjørt hugnaligt, við tað at borð og stólar vera sett upp uttanfyri, so høvi verður at njóta ein kopp av kaffi, samstundis sum góður 50- og 60-ara tónleikur verður at hoyra.
Framsýningin letur upp hósdagin 23. juli og verður opin til og við mikudagin 5. august.
______________________________________
»Bananlemonada«, sum er heitið á framsýningini, stavar frá einari sodavatnsfløsku, sum Djóni í Geil gjørdi í 1903 í bryggjarínum Ydun í Arnesminde í Bringsnagøtu. Seinni flutti Ydun niðan á Høgareyn. Á etikettini stendur: Mineralvatnsfabrikkin Ydun, Tórshavn. (Banan) Lemonada – flöskan eigur at liggja.
Aðrir lutir, ið Birgar sýnir fram á ólavsøku, eru mjólkapakkar frá Meiarínum, bompakkar frá Gøtu Jensi, Kardumummupakkar frá Okkara og nonnudukkur frá ólavsøkubasarinum. Eisini verður framsýng kring ta sjáldsamu rúsdrekkamentan, sum fyrr treivst í Havn, og sum vit kunnu lesa um í søgum hjá til dømis Magnusi Dam Jacobsen.