Rakstur framlagt sept.
Rakstur endalig lóg
Íløgur framlagt sept. (netto)
Íløgur endalig lóg (netto)
Bárður Nielsen
2007 (mio kr)
3,693,189
3,736,381
261,300
260,500
M. Laksáfoss
2008 (mio kr)
4,031,486
Val útskrivað
194,000
Val útskrivað
Meirnýtsla í 2008 (mio kr)
338,297
295,105 + eyka 60 mio *), 355,105
- 67,300
*) Vóru á veg í tingið í farnu viku
Varð fíggjarlógin fyri 2008 samtykt soleiðis, sum fíggjarmálaráðharrin hevði ætlað, so var rakstrarvøksturin frá 2007 til 2008 heilar 355 mio kr ella 9,5%. Upp á eitt ár!
Hetta er søguligur rakstrarvøkstur. Samstundis er skurðurin í íløgunum 67 mio kr (netto).
Men fíggjarmálaráðharrin ræðist sítt egna barn. Tí ræður um at burturforklára. Blanda tølini, so eingin skilir samanhangin. At vevja samtyktu og ætlaðu eykajáttanirnar fyri 2007 uppí.
Men tað er brot á allar fíggjarlógaruppgerðir síðani samanberingar byrjaðu. Sum at samanbera súreplir, bananir og appilsinir.
Tí var neyðugt at fáa val útskrivað, áðrenn løgtingið avdúkaði standin og dumpaði sveinastykkið. Og tað eydnaðist - fyribils.
Tølini omanfyri eru úr fíggjarlógini 2007 og uppskotinum fyri 2008.