Banamaður Nixons funnin deyður

Fred LaRue, sum eftir øllum at døma var maðurin, sum avdúkaði lutin hjá Richard Nixon í Watergate-gøluni, varð funnin deyður hósdagin

Sambært blaðnum Biloxi Sun Herald er einki, sum bendir á, at nakar hevði gjørt seg inn á tann 75 ára gamla Fred LaRue, nú hann varð funnin deyður.
LaRue hevur ofta verið nevndur sum keldan hjá blaðmonnunum Bernstein og Woodward, ið avdúkaðu Watergate-gøluna, ið at enda noyddi Richard Nixon, forseta at leggja frá sær í 1974. Hann doyði í 1994.
Bernstein og Woodward hava alla tíðina sýtt fyri at avdúka kelduna, sum vanliga gongur undir navninum "Deep Throat". Fred LaRue avsannaði, at hann var høvuðskeldan, men hann viðgekk, at hann var ein av keldunum, sum feldu Nixon. Nógv halda kortini, at hann var "Deep Throat".