Ban Ki-moon í Pakistan

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, heitti í dag á altjóða samfelagið um at hjálpa Pakistan, sum sum er herjað av teirri ringastu vatnflóðini í mong ár. Ban Ki-moon kom í morgun til Pakistan. Hann segði, at hann var komin hagar fyri at vísa pakistonsku stjórnini og pakistanska fólkinum, at ST styðjar tey, men hann duldi ikki fyri, at ferðin eisini hevur til endamáls at útvega landinum størri hjálp uttaneftir.

Seinni fór aðalskrivarin til vanlukkuøkið saman við pakistanska forsetanum, Asif Ali Zardari, og forsætisráðharranum, Yousuf Raza Gilani.

Myndugleikarnir í Pakistan siga, at meiri enn 20 milliónir fólk eru rakt av vatnflóðini.