Ban Ki-moon í Myanmar

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, kom í dag til Myanmar á almenna vitjan. Tá hann kom, nýtti hann høvið til at mæla landsins leiðarum til at halda fram við nýskipanarpolitikkinum, sum hevur latið tað avbyrgda landið upp fyri umheiminum.

Hetta er fyrstu ferð, at Ban Ki-moon er í Myanmar, síðani tann nýggja stjórnin hjá Thein Sein, forseta kom til valdið í fjør. Valdsskiftið gjørdi enda á 50 árum við hernaðarstýri, men hóast tað nýggja stýrið hevur røtur í herinum, hevur tað framt fleiri politiskar og búskaparligar nýskipanir.

Tá hann kom til Myanmar, rósti Ban Ki-moon stýrinum fyri nýskipanirnar, og hann eggjaði samstundis leiðarunum til at halda fram á somu kós.

Undir vitjanini skal ST-aðalskrivarin hitta landsins leiðarar og andstøðuleiðaran, Aung San Suu Kyi.

Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, er eisini í Myanmar í hesum døgum.