Nógv bendir á, at suðurkoreanski uttanríkisráðharrin, Ban Ki Moon, hevur bestu møguleikarnar at fáa starvið sum ST-aðalskrivari, tá Kofi Annan fer frá á nýggjárinum.
Trý uppskot eru, og tá trygdarráðið atkvøddi um tey í gjárkvøldið, fekk Ban Ki Moon 13 av teimum 15 atkvøðunum. Eitt land atkvøddi nei, og eitt atkvøddi blankt. Hetta var onnur atkvøðugreiðslan, og fyrru ferð fekk Ban eisini 13 atkvøður. Hini bæði valevnini eru Shashi Thaaror úr India og forsetin í Letlandi, Vaira Vika-Freiberga.
Mánadagin fara londini í trygdarráðnum at atkvøða eina ferð afturat, og tann fjórða og seinasta atkvøðugreiðslan verður tann 15. oktober.









