Mong munnu vera tey, ið brúka nógvar pengar á ólavsøku uttan at vinna nakað sum helst. Men vinmenninir Hanus Fuglø og Rúni Olsen hava báðir vunnið bamsu av ovastu hill. ?Vit vunnu báðir bamsurnar við bóltkasti. Man fær tríggjar bóltar og skal so fáa øll blikkini av hillini. Eg kláraði tað við mínum fyrstu trimum bóltum,? sigur ein glaður Hanus, ið er 13 ár og býr í Havn.
?Eg haldi, at eg vann triðu ferð,? sigur Rúni, ið somuleiðis er 13 ár ?men vit brúktu eisini eitt sindur av pengum í gjár upp á bóltkast uttan at vinna.?
Fyriuttan bóltkast hava Hanus og Rúni roynt ymiskt so sum gokart, hoppiborg, tombola og ymiskt annað.