Í dag varð Flemming Bamse Jørgensen borin út úr kirkjuni í Viby og jarðaður. Teir ferðaðust saman í mong ár, og nú Flemming Bamse Jørgensen varð jarðaður í dag, bóru teir tríggir í bólkinum kistuna á hansara seinastu ferð úr kirkjuni í Viby. Teir vóru Peter Bødker, Anders Lampe og Frank Thøgersen.
Familjan ynskti, at hetta gjørdist ein sonevnd ?privat? jarðarferð, men nøkur av bestu vinfólkunum innan tónleikin vóru kortini við.
Vinmaðurin hjá Flemming Bamse Jørgensen heilt síðan dreingjaárini, fyrrverandi borgarstjórin í Århus, Flemming Knudsen, var eisini við fyri at vísa vinmanninum sína virðing.










