Flemming Jørgensen, kendur sum sangarin og tónleikarin "Bamse", andaðist 63 ára gamal í 2011.
Nú verður eitt pláss í heimbýnum Aarhus uppkallað eftir honum. Tað skriva danskir miðlar.
Flemming Bamse Jørgensens Plads verður við havnalagið í Aarhus, har arbeitt verður at gera nýggj havnaøki.
"Bamse" hevur vitjað í Føroyum, fyrstuferð í sjeytiárunum í kenda tjaldinum, ið tá stóð við Leynavatn. Fyri stuttum sluppu føroyingar aftur at hoyra tónar hjá "Bamse", tá tónleikarar - summir, ið leiktu við Bamses Venner, spældu í Føroyum, men nú við Stig Rossen á odda.
Avgerðin, at kalla eitt stað í Aarhus upp eftir kenda sangaranum, er tikin í samráð við einkjuna eftir og børnini hjá Flemming "Bamse" Jørgensen.