Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
--------------
Skattgjaldarar og vinnan hava ikki annað í væntu enn rokningar og fleiri avgjøld til skuldarbundna heimastýrisbúskapin.
Vit eru á álvarsligum vegamóti. Takið er at tálma lánifíggjaða peningaumfarið, har útvið 20% av almennu nýtsluni er kjølfest í árligari lántøku. Útvið hálva milliardin, sum aftur komandi ár fer at mangla í, svarar næstan til støddina av blokkinum. Ella sagt øðrvísi, leggja vit undirskotið í landskassanum saman við blokkinum og donsku veitingunum til ríkisstovnarnar í Føroyum, so eru vit 1300 mio kr árliga frá sjálvberandi búskapinum. Hetta er næstan triðingurin av fíggjarlógini!
Henda gongdin er vónleys. Kortini tykist tað sera ógreitt, um politiskur vilji er at gera nakað veruligt við trupulleikarnar. Og útlitini eru eisini ivasom. Verða játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum samtyktir, so verður bruttorentubyrðan í 2016 200 mio kr, sum svarar til kostnaðin av hálvum Marknagilsdepli ella 400 røktarheimsplássum árliga.
Signalpolitikkur
At hyggja í politiska landslagið gevur valla nakað svar. Landsstýrið og teirra fylgisneytar líkjast mest forsamling, sum livir í politiskari pseudotilveru og av signalpolitikki uttan veruligan vilja at gera tað, sum rætt er.
Mantra'ið harafturímóti er, at vit skulu gera reformar, har tann seinasti, sum skal bjarga landinum, er tilfeingisgjaldið, sum eingin veruliga hevur definerað og enn minni semja er um.
Men tað er so deiliga kostnaðarleyst at varpa um seg við hugtøkum, uttan at taka neyðugu stigini, tí hvør torir at reformara sjúkrahúsverkið, niðurlegga skúlar, skerja lestrarstudningar, tálma almannaøkið o.s.fr.?
Nei, tað er ólíka lættari at vilja økja inntøkurnar hjá landskassanum, so tær røkka vaksandi útreiðslunum, við at tosa um at breiðka skattagrundarlagið (meira í kassan, sjálvsagt), hækka avgjøld, fremja ognarskatt, fleiri gjøld á vinnuna, ja - bert hugflogið setir mørkini. Politiskur veitingarpolitikkur, har yvirbjóðingin er boðskapurin og signalpolitikkurin meginreglan. Við hesi gongdini sleppur búskapurin ikki at tillaga seg og úrslitið verður, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap til ein enn meira heftan og skuldarbundnan heimastýrisbúskap.
Grejer sig i sjøen
Búskaparfrøðin hevur heldur ikki avdúkað nakað skilvísi til politikararnar at halda seg til. Í miðlasending í vikuni var boðskapurin, at politikararnir fyrst skulu gera av hvussu nógvar vælferðartænastur vit eiga at bjóða og síðani seta útreiðslukarmarnar eftir tí. At hetta hevur økta láni- og rentubyrðu og harav avmarkandi fíggjarligt rásarúm við sær, tað hevur ongan týdning. Vit skulu seta vælferðina í hásæti. So mugu tingini "greje sig i sjøen"?!
Nei, hugsandi var, at ráðgevingin heldur hjálpti at vegleiða, hvussu vit kunnu tillaga okkara lítla búskap til gerandisveruleikan, har um- og samanleggingar á skúla-, heilsu- og almannaøkinum verða framdar. Har almennar veitingar og stuðul í nógv størri mun kunnu umskipast, so tær verða treytaðar av fíggarstøðuni hjá móttakarunum. Hvussu vit kunnu halda fast við eitt gott tænastustøði, samstundis sum farið verður til fleiri brúkaragjøld o.s.fr.
Búskaparfrøðin skuldi tí heldur víst á vandan í, at gratissamfelagið undirgrevur búskapin, sum endar í, at farið verður eftir hvørjari tøkari krónu hjá borgarum og vinnu, fyri at politiski fordeilingspolitikkurin kann halda fram.
Ógreinað tiltøk
Almenna nýtslan má koma í eina legu, har javnvág verður millum framleiðslu og forbrúkið. Vit kunnu einki gera við heimskreppuna, men vit kunnu rudda fyri egnum durum.
Tí má javnvág skjótast fáast á fíggjarlógina, uttan at hetta verður rokkið við at hækka skattir og gjøld. At samtykkja játtanarkarmar, har ógreinað tiltøk (meirútreiðslur) eru sett at vaksa ár undan ári til at vera um 400 mio kr í 2016, fer vissuliga at enda við niðurbræðing av vælferðarFøroyum.
Við játtanarkarminum, sum nú liggur í tinginum, hava skattgjaldarar og vinnan tí ikki annað í væntu enn rokningar fyri almenna nýtslu, sum ikki er í samsvari við framleiðsluna í landinum.
Búskapurin fer tá mest at líkjast Bambi á ísunum, har beinini fóru í hvør sína ætt, meðan neyðardýrið sum ein tyril snurraði um seg sjálvan, við himmalvendum eygum og uttan minsta ánilsi um endaúrslitið.
Nei, her má vissuliga koma vend í.