Bamba

Hettar var eitt tað fyrsta orði, ið møti mær, tá ið eg var staddur í starvsvenjing, í Gøteborg.

Tað er soleiðis í Svøríki, at øll børn fáa frían skúlamat, og eg setti mær fyri, at um eg nakrantíð gjørdist býráðslimur í Tórshavnar kommunu, skuldi eg virka fyri, at vit fingu eina tílíka skipan. Væl veit eg, at ein sílk skipan kostar pengar og krevur umbyggingar á skúlnum, men eg meini, at tað er av alstórum týdningi, at vit hugsa um vælferðina hjá børnum. Vit hava jú fyri langari tíð síðani avtikið døgurðatíman, og tá ið tey allar flestu foreldrini arbeiða úti, kundu vit her átikið okkum eina skyldu. Ikki tí, einki er sum tann heimligi hugnin.


Jóhan Petur Johannesen

Valevni Sambandsflokksins