Baltic Cup: Flottur U15-sigur á Estlandi

U15 genturnar hjá Føroyum hava í dag vunnið 1-0 á Estlandi í Baltic Cup

U15 genturnar hjá Føroyum, sum í hesum døgum eru til Baltic Cup í Estlandi, hava í dag vunnið 1-0 á vertunum í fyrra av tveimum dystum.

 

– Tað var ein javnur og spennandi dystur, men í allar seinastu løtu skoraði Jakobina Bergsdóttir eitt avbera flott mál fyri Føroyar, skrivar Fótbóltssambandið.

 

U15 landsliðið skal longu í eldin aftur klokkan 16 í morgin, tá verður mótstøðuliðið Litava. Hetta er fyrsta altjóða uppgávan hjá Sigtóri Petersen, U15 landsliðsvenjara.

 

##med2##

 

##med3##