Nýggi italski landsliðsvenjarin Antonio Conte hevur í dag endaliga úttikið sín hóp til komandi uppgávurnar móti Noregi og Hollandi, og heldur óvæntað hevur hann valt at síggja burtur frá nýggja Liverpool áleyparanum, Mario Balotelli.
Antonio Conte hevur ístaðin valt at geva boð til Fabio Quagliarella, ið dagliga leikar fyri Torino.
Orsøkin til at italski venjarin hevur valt at síggja burtur frá Mario Balotelli er tó ikki tann, at venjarin ikki hevur ætlanir við nýggja Liverpool áleyparanum. Orsøkin er tann, at Balotelli hevur leikbann til EM undankappingardystin móti Noregi í komandi viku.
Hósdagin spælir Italia venjingardyst móti Hollandi, meðan teir í komandi viku skulu spæla EM undankappingardyst móti Noregi.