Balotelli skiftir í dag

Nógv bendir á, at Liverpool í dag selur Mario Balotelli

Italski áleyparin, Mario Balotelli, sum fyri tveimum árum síðani skifti frá AC Milan til Liverpool í Onglandi, hevur ongantíð verið nøkur success í enska felagnum.

 

Eftir eitt heldur trupult fyrsta ár í Liverpool, varð Balotelli í fjør útleigaður til júst AC Milan, har tað heldur ikki eydnaðist hjá áleyparanum.

 

Nú er Mario Balotelli so aftur í Liverpool, sum roynir at sleppa av við áleyparan. Og sambært nógvum miðlum, kann tað væl henda seg, at Mario Balotelli fer at skifta felag í dag.

 

Umboðsmaðurin hjá Mario Balotelli sigur við italskar miðlar, at hann hevur verið í sambandi við tvey feløg úr Kina, sum ynskja at keypa áleyparan. Og skal Balotelli skifta til Kina, er deadline í dag. Tí flytingargluggin í Kina letur nevniliga aftur í kvøld klokkan 23:59.

 

Sostatt bendir nógv á, at Liverpool í kvøld fær selt Mario Balotelli til kinesiskan fótbólt.