Balotelli riggar ikki í Liverpool

Mario Balotelli hevur higartil ikki livað upp til vónirnar í enska stórfelagnum Liverpool

Italski áleyparin Mario Balotelli, ið fyrr í summar skifti frá italska AC Milan til enska Liverpool, hevur higartil ikki livað upp til vónirnar í enska stórfelagnum.

 

Mario Balotelli var keyptur inn sum ein beinleiðis avloysari fyri Luis Suarez, ið var størsta stjørnan í Premier League í farna kappingarárið.

 

Enn eigur Mario Balotelli tó til góðar at skora í Premier League í hesum kappingarárinum. Tað er bert blivið til eitt mál fyri italska áleyparan higartil, og tað fekk hann í Champions League dystinum á heimavølli móti bulgarska Ludogorets.

 

Men Liverpool venjarin, Brendan Rodgers, er sannførdur um at italski áleyparin fer at koma í gongd.

 

-       Málini fara at koma frá Balotelli. Tað sum eg eri mest fegin um við honum higartil, er tað at hann hevur arbeitt sera hart hvønn einasta dyst. So leingi hann ger tað, er tað bert ein spurningur um tíð, til málini koma.

 

Í gjár var tó sjónligt, at Mario Balotelli ikki hevur eydnuna á sínari síðu. Mario Balotelli hevði í gjár 7 atsóknir á málið hjá Queens Park Rangers, uttan at fáa mál. Hetta er næst mest í hesum kappingarárinum. Metið í hesum kappingarárinum er 10 atsóknir á málið, uttan at fáa mál. Merkisvert er, at Mario Balotelli sjálvur eigur metið frá heimadystinum hjá Liverpool móti Everton.