Balotelli og Mancini til hendurs

Skakandi myndir frá venjingini hjá Manchester City í dag, vísa tann altíð umstrídda Mario Balotelli og venjaran, Roberto Mancini, fara til hendurs.

 

Roberto Mancini varð í øðini, eftir at Mario Balotelli hevði taklað Scott Sinclair undir venjing, skriva enskir miðlar í dag. 22 ára gamli framherjin hevur verið í andglettinum síðani hann kom til Manchester City frá Inter Milan.

 

Myndirnar vísa, at hjálparfólk má koma í millum fyri at skilja partarnar at. Roberto Mancini, sum er landsmaður italska framherjan, hevur annars vart Mario Balotelli tá harðast hevur leikað á.

 

Nú er spurningurin so um hetta er endin hjá Mario Balotelli í Manchester City?