Tað er ikki dagur í viku hjá Mario Balotelli. Framherjin hjá AC Milan brendi fyri fyrstu ferð nakrantíð eitt brotsspark í einum dysti. Brotsspørkini hjá Mario Balotelli hava verið ein týðandi partur av spælinum hjá honum. Hann hevði undan dystinum skotið 22 brotsspørk og skorað 22 ferðir.
Men í dag hendi so tað, at ein málverji á fyrsta sinni bjargaði einum brotssparki hjá Mario Balotelli. Tað var í toppdystinum móti Napoli, at fyrrverandi Liverpool og Barcelona málverjin, Pepe Reina, bjargði brotssparki frá italska framherjanum.
Pepe Reina hevur eftir dystin váttað, at hann hevði nærlisið brotsspørkini hjá MArio Balotelli undan dystinum.
Napoli var á odda 2-0, tá Mario Balotelli sjálvur bleiv feldur og fekk brotsspark. Pepe Reina fór til sína høgru og bjargaði brotssparkinum. Løtu seinni skoraði sami Mario Balotelli til 1-2, tá hann krúllaði bóltin í handara síðunet.
Tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð var Mario Balotelli so óður, at dómarin til seinast valdi at geva honum seinna gula kortið. Harvið fekk hann reytt kort og má sita yvir komandi dyst.
Napoli vann dystin 2-1 við málum, sum Miguel Britos og Gonzalo Higuaín skoraðu. Napoli liggur fremst saman AS Roma. Bæði við fullum stigatali eftir fýra dystir, meðan AC Milan er nummar 12 við fýra stigum.