Tað er bretska The Independent, ið ber fram á mál, at Mario Balotelli ikki hevur nakra framtíð í Liverpool.
Umstríddi, italski framherjin varð ikki úttikin til venjingartúrin hjá Liverpool í Asia herfyri, og nú er hann eiheldur úttikin til tveir teir komandi venjingardystirnar hjá siðbundna, enska stórfelagnum. Harafturat venur Mario Balotelli ikki eingongd við besta hópinum hjá Liverpool, og so er rættiliga ilt at síggja, hvussu umstríddi áleyparin skal hava nakra framtíð hjá Liverpool.
Tað mest sannlíka er, at Balotelli endar við at venda nøsini heimeftir og fara aftur til Italia at spæla fótbólt. Sambært leysasøgum eru feløg sum Sampdoria og Bologna áhugað í framherjanum.









