Ballon d’Or: Ongin Messi millum teir 30 í uppskoti

Cristiano Ronaldo er á listanum, sum á fyrsta sinni síðani 2005 er uttan Lionel Messi

Franska tíðarritið “France Football” hevur í kvøld kunngjørt teir 30 spælararnar, sum eru í uppskoti til Ballon d’Or 2022. Sermerkt er, at Lionel Messi ikki er á listanum. Hann hevur vunnið sjey Ballon d’Or bóltar, sum er met, og hevur verið í uppskoti hvørt ár síðani 2005.

 

Hann vann Ballon d’Or bóltin í fjør, eftir at tað eydnaðist honum at vinna Copa America við Argentina. Avrikini hjá honum hava ikki verið á sama stigi sum fyrr, og skiftið til Paris Saint Germain hevur ikki riggað enn.

 

Ein annar, sum hevur vunnið fleiri Ballon d’Or bóltar, er 37 ára gamli Cristiano Ronaldo. Hann er enn millum teir útvaldu, eftir at hann skoraði 18 mál fyri Manchester United í farna kappingarári.

 

Liverpool og Mancester City hava seks spælarar á listanum, har Mohamed Salah og Kevin De Bruyne eru teir, ið tað verður væntað mest av. Hann er tó ikki favorittur at vinna bóltin. Tað er hinvegin Karim Benzema úr Real Madrid.

 

Thibaut Courtois (Real Madrid)

 

Rafael Leao (AC Milan)

 

Christopher Nkunku (RB Leipzig)

 

Mohamed Salah (Liverpool)

 

Joshua Kimmich (Bayern Munich)

 

Trent Alexander-Arnold (Liverpool)

 

Vinicius Jnr (Real Madrid)

 

Bernardo Silva (Manchester City)

 

Luis Diaz (Liverpool)

 

Robert Lewandowski (Barcelona)

 

Riyad Mahrez (Manchester City)

 

Cristiano Ronaldo (Manchester United)

 

Antonio Rudiger (Real Madrid)

 

Kevin De Bruyne (Manchester City)

 

Luka Modric (Real Madrid)

 

Erling Haaland (Manchester City)

 

Dusan Vlahovic (Juventus)

 

Joao Cancelo (Manchester City)

 

Kylian Mbappe (PSG)

 

Virgil van Dijk (Liverpool)

 

Casemiro (Real Madrid)

 

Son Heung-min (Tottenham)

 

Fabinho (Liverpool)

 

Karim Benzema (Real Madrid)

 

Mike Maignan (AC Milan)

 

Harry Kane (Tottenham)

 

Darwin Nunez (Liverpool)