Ballon d’Or: Lionel Messi fyri sjeyndu ferð

Lionel Messi vann í gjár Ballon d’Or bóltin frammanfyri Robert Lewandowski

Í gjár var stóra Ballon d’Or tiltakið, sum franska fótbóltsmagasinið, France Football, skipar fyri. Vinnarin bleiv Lionel Messi úr í harðari kapping við Robert Lewandowski.

 

Lionel Messi fekk samanlagt 613 atkvøður, meðan Robert Lewandowski fekk 580. Hetta er sjeyndu ferð, at Lionel Messi vinnur heiðurin og tað er met. Lionel Messi skifti í summar frá FC Barcelona til Paris Saint Germain, men helst er størsta orsøkin til heiðurin, at hann gjørdi reint borð til Copa America, har hann sum liðskipari hjá Argentina vann kappingin, bleiv toppskjútti og kosin til besta spælara.

 

Í takkarrøðuni segði Lionel Messi, at hann metti at Robert Lewandowski skuldi fingið ein Ballon d’Or bólt fyri kappingarárið í fjør. Tá valdi France Football, at avlýsa tiktakið tí tað varð mett at allir spælarar høvdu ikki sama grundarlagt, tá eitt nú kappingini í Fraklandi bleiv stegðað í úrtíð vegna korona. Altjóða fótbóltsmagasinið FourFourTwo (442) valdi at hava eina atkvøðugreiðslu og her vann áleyparin úr Póllandi, sum spælir við Bayern Munchen.

 

Aftaná teimum kom italski miðvallarin úr Chelsea, Jorginho, við 480 atkvøðum, franski ályeparin hjá Real Madrid Karim Benzema. Á fimta plássið var tað altíð so væl lýddi N’Golo Kanté úr Fraklandi.

 

1.Lionel Messi613FWPSGArgentina
2.Robert Lewandowski580FWBayern MunichPoland
3.Jorginho460MFChelseaItaly
4.Karim Benzema239FWReal MadridFrance
5.N'Golo Kante186MFChelseaFrance
6.Cristiano Ronaldo178FWManchester UnitedPortugal
7.Mohamed Salah121FWLiverpoolEgypt
8.Kevin De Bruyne73MFManchester CityBelgium
9.Kylian Mbappe58FWPSGFrance
10.Gianluigi Donnarumma36GKPSGItaly
11.Erling Haaland33FWBorussia DortmundNorway
12.Romelu Lukaku26FWChelseaBelgium
13.Giorgio Chiellini26DFJuventusItaly
14.Leonardo Bonucci18DFJuventusItaly
15.Raheem Sterling 10FWManchester CityEngland
16.Neymar9FWPSGBrazil
17.Luis Suarez8FWAtletico MadridUruguay
18.Simon Kjaer8DFAC MilanDenmark
19.Mason Mount7MFChelseaEngland
20.Riyad Mahrez7FWManchester CityAlgeria
t-21.Bruno Fernandes6MFManchester UnitedPortugal
t-21.Lautaro Martinez 6FWInter MilanArgentina
23.Harry Kane4FWTottenham HotspurEngland
24.Pedri3MFFC BarcelonaSpain
25.Phil Foden2FWManchester CityEngland
t-26.Nicolo Barella1MFInter MilanItaly
t-26.Ruben Dias1DFManchester CityPortugal
t-26.Gerard Moreno 1FWVillarrealSpain
t-29.Cesar Azpilicueta0DFChelseaSpain
t-29.Luka Modric0MFReal MadridCroatia