Tað stendur millum Lionel Messi, Christiano Ronaldo og Franck Ribery, hvør verður ársins fótbóltsleikari 2013.
Vinnur portugisiski Ronaldo við tí framúr skarandi sparkiteknikkinum? Verður tað fullfíggjaði driblikongurin, Messi? Ella verður tað eleganti franski Ribery við tí stóra yvirblikkinum?
Tað verður greitt klokkan 19 í kvøld, tá heimsfelagsskapurin, FIFA, handar gullbóltin, Ballon d'Or, á einari smkomu í sveisiska býnum, Zürich.
Seinastu fýra árini er tað Messi, ið er farin avstað við bóltinum. Seinast tað ikki var lítli argentinarin, ið vann, var tað Christiano Ronaldo, ið varð heiðraður sum heimsins besti, og fótbóltsserfrøðingar halla til, at tað fer at ganga Ronaldo vegin hesaferð, meðan Messi og Ribery mugu taka til takkar við øðrum og triðja plássinum.