Ballon d’Or: Her er heimsins besta lið nakrantíð

Ongantíð hava so nógvir framrættaðir spælarar í heimsflokki verið á sama liði

Franska fótbóltstíðarritið, France Football, hevur í dag kunngjørt besta liðið nakrantíð, valt av ítróttarjournalistum úr 170 londum, har í millum úr Føroyum.

Í mál er legendariski málverjin úr Russlandi, Lev Yashin. Hann er einasti málverjin, sum hevur vunnið Ballon d’Or. Frammanfyri hann eru brasilski Cafu, týski Franz Beckenbauer og italski Paolo Maldini.

At halda javnvágina á hesum framrættaða liðnum eru spanski spælskiparin Xavi, og týska maskinan, Lothar Matthaus. Síðani koma vit til eitt herlið av framrættaðum spælarunum. Brasilski Pélé og Diego Armando Maradona, sáli, eru á miðjuni aftanfyri Lionel Messi, Luis Nazario de Lima Ronaldo og Cristiano Ronaldo.

Sosialurin hevur verið við til at atkvøða til heimsins besta lið nakrantíð. Atkvøðurnar verða almannakunngjørdar í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í morgin.

##med2##