Klaksvíkingar eru fittir og blíðir. Tað kunnu øll tey skriva undir uppá, sum í summar hava vitjað har norðuri til stóru dagarnar. Her verður hugsað um Norðoyastevnuna, Summarfestivalin og so nú í vikuskiftinum, tá ið teir hildu Sjómannadag ella Sjómannadagar.
Tíverri fyri fótbóltshugaðu klaksvíkingarnar og norðoyingarnar, so fevnir blíðskapurin hesar dagarnar eisini yvir fótbóltin. Feløgini, sum hava vitjað í Klaksvík hesar dagarnar hava øll fingið fulla úrtøku. Á Norðoyastevnu vann B36 1-0 í Klaksvík. Á Summarfestivalinum fór EB/Streymur avstað við øllum stigunum, eftir at teir høvdu vunnið 4-1, og í gjár var tørnið komið til VB/Sumba, sum eftir væl eydnaðu Sjómannadagarnar takkaði fyri og vann 1-0!
Einki var at siga til úrslitið. Klaksvíkingar søgdu seg undan vikuskiftinum vera tilvitaðar um, at talan fór at vera um sera torføra uppgávu. Tí søgdu teir seg ikki undirmeta botnliðið úr Suðuroy, men áskoðararnir kundu staðfesta, at tað var stórur munur á hugburðinum og avrikinum hesa ferð og á tí, sum KÍ vísti næstsíðsta vikuskifti í Gundadali móti B36.
Boðar frá góðum
Samansetta liðið úr Suðuroy var ógvuliga tilvitað um sín leiklut. Tað ráddi fyrst og fremst um at syrgja fyri, at einki mál fór ígjøgnum, og tað eydnaðist at halda tætt.
Klaksvíkingar høvdu onkrar møguleikar, og tað kundi havt tørnað heilt øðrvísi út, um t. d. miðvallarin Símun Joensen beinanvegin hevði rokkið fram til innleggið, sum hann var akkurát ov aftarlaga til við høvdinum at stýra í kassan.
Talan var ikki um stóru fótbóltsupplivingina. VB/Sumba hevði ongan áhuga í at ferðin var stór, og heimaliðið megnaði ikki at seta ferðina upp og at spæla breitt og djúpt og við nógvum yvirlappum. Tað var annars hetta, sum teir høvdu ætlað.
VB/Sumba, sum avgjørt ikki bara pakkaði seg saman frammanfyri egnan brotsteig, hevði við væl upplagda Evrard Ble sum stýrimanni í 1. hálvleiki lítla leikliga yvirvág. Besti møguleikin hjá teimum var, tá ið Birgir Jørgensen vann nærdyst eftir langa framlegging. Hann spældi álopsfelaga sín, Jón K. Poulsen, leysan, hesin setti kós í brotsteigin, men í evstu løtu varð hann so mikið kroystur av Marek, at teinki spurdist burturúr.
Síðsta korterið undan steðginum var KÍ klárt omaná. Tá var ferðin ikki so galin, teir spældu beinleiðis, og tá høvdu teir møguleikarnar, sum áttu at havt borið eitt ella tvey mál við sær.
Besta møguleikan fekk Hjalgrím Elttør, sum dróg í brotsteigin og royndi móti málinum, men stinni Marcin David bjargaði sera væl.
Birgir avgjørdi
Mótið var ikki so galið millum heimafólkið í steðginum. Fjáltur var kortini á fleiri, sum søgdu seg minnast á ferðir, tá ið VB hevur snýtt klaksvíkingar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð.
Lítið korter var farið, tá ið nýggi landsliðsmálverjin ikki var so heppin. Meinhardt Joensen tóktist hava tak á eftir langt innlegg, men ólukkutíð fyri hann og heimafólkið, so misti hann bóltin. Gamli málrevurin, Birgir Jørgensen, takkaði fyri, setti bóltin í tóma málið, og so stóð illa til hjá KÍ.
VB/Sumba fokuseraði nú fult og heilt upp á verjupartin. KÍ noyddist at sleppa alt meiri í verjuni, og tað bar við sær, at vandin alla tíðina lúrdi fyri, at VB/Sumba skuldi fara í snarálop.
KÍ megnaði ikki at taga verjuna hjá gestunum sundur. Frustratiónin bar við sær, at ov ofta varð sent høgt og langt í brotsteigin, og tað var matur fyri VB/Sumba verjuna, sum við Dmitri Jankovic á odda stóð ógvuliga stinn.
Fyritreytirnar hjá KÍ versnaðu, tá ið Harley Bertholdsen átjan minuttir undan leikloki varð rikin av vølli, tí hann ivaleyst hevði sagt sína hjartans meining við dómaran. Men hóast teir vóru tíggju móti ellivu, so royndu klaksvíkingarnir at trýsta. Næst við at fáa mál vóru teir, tá ið Christian Lundberg fekk fótin á innlegg og stýrdi bóltin á stólpan.