Balling til ballið

Leygardagin verður stórfingin ítróttaveitsla í Runavík, tá føroyameistarnir í Formula-deildini saman við øðrum NSÍ-spælarum og –fjepparum halda ársveitslu. Nú talan er um bæði fundan føðingardag og feiran av FM-heiti er einki at ivast í, at tiltøkini til veitsluna verða nógv. Eitt av teimum meira forkunnugu er tó, at Ulrik Balling verður gestur á veitsluni. Balling spældi við NSÍ í 2002, og av fleiri verður hann mettur sum besti spælarin, ið hevur spælt í føroyskum fótbólti.