Balling á rætta staðnum

Næstved stóð til at tapa dystin ímóti Roskilde um vikuskiftið, men so tóku teir á Næstved-liðnum seg saman. Tá 16 minuttir vóru eftir, javnaðu teir, og so skoraði fyrrverandi NSÍ-framherjin Ulrik Balling tvey skjót mál, og so var Næstved á sigurskós mitt í tí heila. Tað hendi nógv seinatu løtuna av dystinum, og úrslitið gjørdist 4-3 til Næstved.