VENJINGARLEGA
Jóannes Hansen
NSÍ fyrireikar seg í hesum døgum í Íslandi til fyrstu luttøku teirra í endadysti um løgmanssteypið.
Jógvan Martin Olsen og hansara menn eru í Íslandi. Teir eru á Norðurlandinum. Jens Martin Knudsen var í fleiri ár á Ólafsfirði, og tað er har, sum NSÍ heldur til. Teir venja á vøllinum hjá Leiftri, og teir siga, at umstøðurnar eru góðar.
Tveir venjingardystir eru á skránni. Tann fyrri varð spældur longu fríggjakvøldið ella sama kvøldið, sum NSÍ kom á Norðurlandið. Tann seinni var á skránni í gjárkvøldið.
Fyrri dysturin var ímóti einum liði, sum nevnist Magn. Talan er um lið úr 2. deild, sum er triði besta deildin í Íslandi. NSÍ vann 6?1, og á heimasíðuni hjá NSÍ vita teir at siga, at mótstøðan var einki serlig. Teir vita eisini at siga, at mótstøðan var meiri kropslig, enn hon var í fótbóltsdygdum.
Spælararnir á hesum liðnum eru fyri tað mesta sovornir, sum eru dumpaðir, tá teir hava roynt at koma á liðini í bestu fótbóltsfeløgunum á Akureyri. Tey eru Þór og KA.
Serligur spenningur hevur verið um, hvussu nýggi álopsmaðurin hjá NSÍ fór at roynast. Ulrik Balling kom til Føroya tíðliga í síðstu viku, og hóast mótstøðan ikki var nakað at reypa av, so kann ikki sigast annað, enn at Vejle maðurin gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum í hesum fyrsta dystinum. Ulrik Balling skoraði trý av teimum seks málunum. Hini skoraðu Brynjolvur Nielsen, Gert Langgaard og Ian Højgaard.
Seinni venjingardysturin skuldi verða á Akureyri í gjárkvøldið. Tá skuldi NSÍ royna seg ímóti Þór, sum er í bestu íslendsku deildini. Tá fór mótstøðan at vera av øðrum slagi, enn hon var fríggjakvøldið. Hvussu tað royndist hjá NSÍ fara vit ivaleyst at frætta meiri um í blaðnum í morgin.