Týski stórspælarin Michael Ballack er til reiðar at leingja sín sáttmála við Chelsea. Sáttmálin við Chelsea gongur út í summar, men Ballack ætlar sær at verða verðandi. Eisini leiðslan í Chelsea hevur givið til kennar, at har eru tey áhuga at halda týska spælaranum í felagnum. - Eg eri fegin um vera her, og eg rokni við, at vit finna eina loysn, so eg kann halda fram, sigur Michael Ballack.










