Hóast Chelsea nú hevur spælt seg víðari til næsta umfarið í Champions League, so var tað ikki, sum vigaði mest í eftirmetingini hjá José Mourinho. Chelsea-venjarin var hinvegin ovurhonds fegin um, at skaðarnir hjá Didier Drogba og Michael Ballack ikki tykjast serliga álvarssamir. Teir báðir fingu snuddir í dystinum mikukvøldið, men sum skilst, so eru teir longu tøkir sunnudagin, tá stórdystur er á skránni í Premier League. Tá skal Chelsea nevnliga spæla móti Manchester United.