Ballack longdi gullstríðið

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið toppuppgerð tíðliga seinnapartin var í London ímillum Chelsea og Manchester United. Í síðsta minutti í 1. hálvleiki stútaði Michael Ballack heimaliðið framum eftir innlegg úr høgru frá Didier Drogba, og sum 2. hálvleikur leið, kendist tað sum um, at Chelsea hevði fult tamarhald á.

At sjálvt teir bestu kunnu gera mistak var sjón fyri søgn, tá ið Wayne Rooney fekk møguleikan at javna til 1-1. Portugisiski miðverjin hjá Chelsea, Ricardo Caravalho, gjørdi stórt mistak, tá ið hann spældi bóltin til hálvskadda Rooney, sum streyk avstað og umvegis stólparótina sendi bóltin í málið.

So noyddist Chelsea aftur at spenna álopsbogan, og tað eydnaðist teimum at skjóta sigursmálið úr ellivu metra blettinum. Aftur hesa ferð var Michael Ballack málskjútti. Bríkslað varð fyri brotssparki, tí bólturin rakti í hondina á Michael Carrick. Tá ið Mike Riley bríkslaði, vóru fimm minuttir eftir, og Ballack var ógvuliga tryggur, tá ið hann smekkaði bóltin í málið til vinstru fyri seg sjálvan, meðan Manchester United málverjin tveitti seg í hitt borðið.

Chelsea sigurin ber við sær, at bæði Manchester United og Chelsea hava spælt 36 dystir og hava 81 stig. Málmunurin hjá United er 74-21, og hjá Chelsea er hann 62-25.

3. mai tekur Manchester United ímóti West Ham. 5. mai skal Chelsea spæla í Newcastle. Í síðsta umfari, sum verður 11. mai, skal Manchester United spæla á útivølli ímóti Wigan, og Chelsea skal spæla heima á Stamford Bridge ímóti Bolton.