Ballack ikki við til HM

Týski liðformaðurin fór skaddur av vøllinum í samband við FA-Cup finaluna leygardagin, sum Chelsea og Portsmouth spældu.

Í dag hevur ein kanning staðfest, at trupulleikarnir í liðbandinum eru so mikið stórir, at hann ikki kann venja í átta vikur.

- Eg eri ógvuliga vónbrotin, men eri noyddur at góðtaka støðuna. Soleiðis er tað í fótbólti og tað mást tú liva við. Men sjálvandi eri eg óður, sigur Michael Ballack sambært dr.dk.

 

Grundin til øðina hjá Ballack er taklingin, sum Kevin Prince Boateng hjá Portsmouth gjørdi leygardagin. Hon er beinleiðis orsøkin til, at Ballack, sum er bæði enskur steypavinnari og meistari, nú hevði sagt farvæl til HM-endaspælið.