Áður hevur annars verið gitt, at Real Madrid var mest sannlíka endastøðin, um Michael Ballack ikki heldur fram í Bayern München.
Sambært italskum miðlum er tó líkt til, at Real Madrid og Inter hava gjørt avtalu um, hvørjum spælarum farið verður eftir. Soleiðis blandaði Inter seg uttanum, tá tað stóð greitt, at Real Madrid vildi hava fatur á Antonio Cassano, sum herfyri skifti úr Roma til kongaliga spanska felagið.
Seinnu árini hava júst Real Madrid og Inter havt eitt fínt samstarv. Eitt nú eru Ronaldo og Roberto Carlos komnir til Madrid úr Inter, meðan Walter Samuel, Esteban Cambiasso og Louis Figo hava ferðast øvugta vegin.










