Teir verða róptir fyri heimsins bestu áskoðarar, og í allan dag hevur Havnin upplivað, hví so er.
Sjálvt Effersøe man spakuliga vera farin at møðast av ganginum, sum hevur verið, nú skotskir slagsangir hava ljómað úr hátalarunum, sum eru settir upp.
Nú klokkan er farin av trý, eru bussarnir so spakuliga byrjaðir at koyra inn til Svangaskarð, og so verður aftur friðarligari hjá Rasmusi gamla. Men ivaleyst verður rómurin aftur øgiligur seinni í kvøld.