Ein luftballón við 26 fólkum umborð mátti neyðlenda eystan fyri Stockholm hóskvøldið, tí vandi var fyri, at hon fór at detta niður í havið.
Bæði svenska sjóverjan, bjargingartænastan og løgreglan komu á staðið, eftirt at teir báðir ballónskipararnir høvdu boðað frá, at teir fingu ikki ballónina at seta seg. Teir gjørdu fleiri royndir, men ballónin rak longri og longri frá landi, og at enda var vandi fyri, at brennievnið fór at ganga undan.
Ballónskipararnir gjørdu tí av at neyðlenda á sjónum. Tað gekk væl, og tey 26 fólkini vórðu tikin upp. Eingin fekk skaða av ferðini, sum bleiv fyriskipað í sambandi við, ateitt av ferðafólkunum hevði 40 ára føðingardag.