Bali-bumbumaðurin deyður

Myndugleikarnir í Indonesia siga, at maðurin, sum legði bumbuatsóknina á indonesisku frítíðaroynni Bali til rættis í 2002, hevur latið lív í einum átaki hjá løgregluni.

Indonesisku myndugleikarnir hava leitað leingi eftir manninum, sum æt Dulmatin, og sum var ein av leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum Jemaah Islamiyah.

USA hevði lovað 10 milliónir dollarar í finningarløn, um onkur vildi avdúka, hvar hann fjaldi seg.

202 fólk doyðu í bumbuatsóknini á Bali. Teirra millum vóru tríggir danir.