Framsýningin verður kallað "Krop i erobret rum". Við á myndunum eru ein dansari, eitt svart rúm og ein spegil.
Framsýningin er ógvuliga sermerkt og hugtakandi. Listamaðurin roynir at fáa fatur á rørsluni og lyndislagnum í balettini, hetta við estetiskum myndum av einari naknari dansarinnu.
Hetta er ein framsýning frá 1996, sum John hevur ferðast runt við. Og nú er hann so komin til Føroyar, har hann verður í Norðurlandahúsinum til 8. desember.
John R. Johnsen er føddur 1945 og er fotografur. John er tí gamal í garði. Hann hevur haft framsýningar í Keypmannahavn, Stokholm, Berlin, Paris, Washington, Utrecht, Amsterdam, Bruxelles og Gdansk. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum fotografur fyri Den Kgl. Ballet. Hann hevur ferðast í Frankaríki, Japan og Kuba. Eisini hevur hann m.a givið út bókina Ballet i Tivoli.