Bale tryggjar Zidane sigur

Zinedine Zidane vann í fyrstu royndini sum venjari hjá Real Madrid

Mynd: (Polfoto)

Nýggi venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane, fekk ein megnar móttøku á Santiago Bernabéu leikvøllinum, tá hann í dag stóð á odda fyri liðnum á fysta sinni.

 

Real Madrid vann 5-0 á Deportivo La Coruna. Gareth Bale skoraði reint hattrik í sigrinum, eins og Lionel Messi gjørdi fyri Barcelona fyrr í dag. Karim Benzema legði annars Real Madrid á odda tíðliga í dystinum, og sló sigurin fastan við málinum til 5-0.

 

Tað var ongantíð nakar ivi um, at Zinedine Zidane fór at fáa ein sigur í fyrsta dystinum. Hóast Deportivo La Coruna hevði fleiri góð álop, so var ongantíð vandi fyri, at heimaliðið misti takið á dystinum.

 

Real Madrid er nummar trý í La Liga. Atletico Madrid kann í morgin leggja seg á odda í deildini, men hava tá spælt ein dyst fleiri enn Barcelona, sum í kvøld liggur á fyrsta plássinum.

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)