Bale tryggjaði Tottenham sigur

Tottenham hevur nú lagt seg tungt á triðja plássið í Premier League, eftir at liðið í kvøld vann 2-0 á Norwich, samstundis sum Arsenal ikki megnaði at vinna á Wolverhampton, ið fekk ein mann útvístan.

 

Tottenham vann í kvøld 2-0 á útivølli móti Norwich. Gareth Bale skoraði bæði málini fyri Tottenham, sum nú er fýra stig frammanfyri Chelsea, sum er á fjórða plássi. Tottenham hevur enntá ein dyst til góðar.

 

22-ára gamli Gareth Bale, sum í fjør gjørdist ársins leikari í Premeir League, legði Tottenham á odda sutt inn í seinna hálvleik eftir upplegg frá Emmanuel Adebayor. Góðar tíggju minuttir seinni rann sami Gareth Bale frá Norwich verjuni og lyfti bóltin uppum málverjan til endaligu støðuna, 2-0.

 

Arsenal er komið fyri seg eftir eina vánaliga byrjan, men í dag megnaðu menninir hjá Arsene Wenger ikki at vinna á Wolverhampton á heimavølli. Gervinho legði annars Arsenal á odda tíðliga í dystinum, tá hann gjørdist leysur við málverjanum.

 

Nakað fyri hálvleik javnaði Steven Fletcher fyri gestirnar, tá hann stútaði bóltin í mál. Arsenal hevði eitt hav av møguleikum, men hvørja ferð stóð walisiski málverjin hjá Wolverhampton, Wayne Hennessey, í vegin. Eitt korter fyri tíð fekk Nenad Milijas reytt kort, men hóast Arsenal helt fram at týsta, so vildi bólturin ikki inn.

 

Triði dysturin í dag var millum uppflytarnar Swansea og Queen’s Park Rangers. Danny Graham legði Swansea á odda aftaná eitt korter. QPR bjargaði sær eitt stig við máli, sum Jamie Mackie skoraði tá dysturin var ein tíma gamal.

 

Manchester City og Manchester United liggja fremst við 45 stigum, meðan Tottenham hevur 38 á triðja, men við einum dysti til góðar móti Everton á heimavølli. Arsenal hevur nú 33 stig á fimta plássi.

 

Premier League 18. umfar:

 

26/12:

Chelsea – Fulham 1-1

Bolton – Newcastle 0-2

Liverpool – Blackburn 1-1

Manchester United – Wigan 5-0

Sunderland – Everton 1-1

WBA – Manchester City 0-0

Stoke – Aston Villa 0-0

 

27/12:

Arsenal – Wolverhampton 1-1

Swansea – QPR 1-1

Norwich – Tottenham 0-2