Gareth Bale var mikukvøldið dagsins leikari, tá Real Madrid á heimavølli tryggjaði sær pláss í Champions League finaluni í 1-0 heimasigrinum móti Manchester City.
Nakað sum skuldi verið eitt gott tekin, nú endaspurturin í sponsku kappingini verður spældur, har tey trý feløgini, FC Barcelona, Atletico Madrid og Real Madrid stríðast um spanska meistaraheitið.
Men komandi dystur móti Valencia verður leiktur uttan walisiska stjørnuspælaran. Gareth Bale hevur nevniliga fingið ein minni knæskaða sum ger, at hann má sita uttanfyri teir næstu dagarnar.
Tað verður tó ikki mett at skaðin fer at ganga útyvir Champions League finaluna við Real Madrid ella EM endaspælið við Wales, har Gareth Bale hevur týðandi leiklutir á báðum liðum.