Bale spælir um vikuskiftið

Heimsins dýrasti fótbóltsspælari verður við Real Madrid um vikuskiftið.

Tað staðfestur venjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti. Hann sigur við spanskar miðlar, at Gareth Bale verður í hópinum í morgin til dystin móti Villareal, men tað er óvist um hann spælir frá byrjan.

 

Walisin hevur bara spælt 32 minuttir av fótbólti í uppstartinum vegna skaða, men Carlos Ancelotti er vísur í, at Gareth Bale er so mikið væl fyri, at hann kann spæla longu eftir tríggjar venjingar í Real Madrid.

 

Gareth Bale hevur havt útgangsstøðið í vinstru hjá Tottenham, men Carlo Ancelotti boðar frá, at vinstri vongurin verður at finna á høgra vongi.

 

Real Madrid skal spæla móti Villareal í morgin klokkan 21.