Í kvøld var fótbóltsdysturin, sum flestu fótbóltsfjepparar kring heimin hava bíða eftir – nevniliga Champions League-finalan ímillum Liverpool og Real Madrid, ið varð spæld í ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev.
Tað var ein sera lívlig byrjan við høgari leikferð, har Liverpool útmerkaði seg við stórum trýsti á bólthaldaran hjá Real Madrid. Hetta tóktist rigga væl og tók broddin av sponsku álopunum, men heldur keðiligt fyri dystin, so var tað ein skaði, sum kúgvendi gongdini í fyrra hálvleiki.
Stóra stjørnan hjá Liverpool, Mohamed Salah, mátti av vøllinum longu eftir hálvum tíma við einum skaða í økslini, og eftir hetta hugdi eitt spyrjandi og leitandi Liverpool-lið bara at meðan Real Madrid stillisliga uppbygdi sær eina stóra yvirvág í spælinum.
Real Madrid hevði bóltin í Liverpool-málinum stutt undan steðginum, men hetta málið varð kolldømt vegna rangstøðu. Real-leikararnir otaðu seg longri og longri fram á vøllin og høvdu hug at søkja at, men Liverpool reið stormin av hesa løtuna undan steðginum. Støðan í hálvleikssteðginum var nevniliga 0-0.
Í seinna hálvleiki var aftur lívligt frá byrjan, og nú bleiv tað eisini hendingarríkt. Real Madrid átti fyrstu hóttanina, tá ið Isco rakti tvørtræið, men fáar minuttir seinni var mál. Talan var um eitt ógvuliga margháttiligt mál til Real Madrid, har Liverpool-málverjin, Loris Karius, skuldi tveita bóltin í spæl, men franski áleyparin, Karim Benzema, var lúrin og legði fótin fyri. Bólturin stakk beint í málið til 1-0 til Real Madrid.
Tað gekk ikki leingi áðrenn Liverpool javnaði. Tað var eftir hornasparksinnlegg og ein stútara frá Dejan Lovren, at Sadio Mané tveitti seg eftir bóltinum og prikaði hann í málið til 1-1. Eftir hetta lat dysturin veruliga upp, og bæði liðini vóru sinnað at leypa á.
Farið var júst um tímaslagið, tá ið innskifti Gareth Bale legði Real Madrid á odda við einum perlumáli. Hann saksasparkaði eitt innlegg í málið, og so var 2-1 til Real Madrid. Liverpool royndi at svara aftur, og eitt nú rakti Sadio Mané á stongini, men tættari enn tað sama kom Liverpool ongantíð.
Heldur var tað Gareth Bale, sum setti punktum við enn einum máli. Í eyðkendum stíli langaði hann til úr 40 metrum, og hóast eitt serligt og gott spark, og at bólturin ferðaðist løgið, so kundi syndarin hjá Liverpool í dag, málverjin Loris Karius, helst gjørt meira við sparkið enn at einans fáa hendurnar á bóltin áðenn hann fór í málið til 3-1.
Tað komu ikki fleiri mál í hesari finaluni, sum harvið endaði 3-1 til Real Madrid. Eftir stendur, at hetta var ein ómetaliga hendingarrík finala við bæði margháttiligum og vøkrum málum, og – sum vant – við hetjum og syndarum. Hetta var ein dagur, sum serliga Gareth Bale fer at minnast, og Loris Karius helst gjarna vil gloyma.
Hetta var 13. ferð, at Real Madrid vinnur Champions League ella evropeisku meistaraheitskappingina fyri lið.