30 ára gamli Gareth Bale er ávegis burtur frá sponsku kempuni Real Madrid, sum hann hevur spælt við síðan 1 fyrsta september 2013. Hetta hevur Real Madrid venjarin Zinedine Zidane mælt til í samrøðu í gjár.
-Ein avtala er ávegis, og tað hevði eisini verið best fyri allar partar.
Gareth Bale hevur verið útifrystur úr byrjunaruppstillingini seinasta kappingarárið, og fyrr í ár segði hann soleiðis um støðuna:
-Eg spæli tá eg verði biðin, annars leggi eg einki í tað, eg kann eisini bara spæla gólf. Real Madrid skal gjalda mína løn alíkavæl.
Enn er ikki avgjørt hvat felag Bale fer til, men í løtuni far hann heili seks milliónir krónir um vikuna frá Real Madrid.
Flestu altjóða miðlar mæla í morgun til, at Bale hevur fingið eitt tilboð úr Kina frá høvuðstaðarfelagnum Beiging Gouan, har hann kemur at tjena heilar nýggju milliónir krónir um vikuna.
Enn ber sum sagt ikki til at siga hvar Bale spælir fótbólt næsta kappingarár, men hann fer eftir øllum at døma at finna sær nýtt felag. Tí støðan sum hon nú er, er hvørki góð fyri Bale ella Real Madrid.