Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn Gareth Bale skiftir til Real Madrid. Tað sigur Andre Villas-Boas, venjari hjá Tottenham.
- Tað kann henda í dag, tað kann henda í morgin og tað kann henda á seinasta degnum fyri at flytingarvindeygað letur aftur. Feløgini tosa saman og Gareth Bale verður helst dýrasti fótbóltsspælarin í heiminum, sigur Andre Villas-Boas.
Tað hevur í alt summar verið gitt, at walisiski vongurin fór at skifta til Real Madrid. Í seinastuni hevur ljóðað, at Manchester United hevur bjóðað Real Madrid av, men tað hevur Manchester United avsannað.
Gareth Bale hevur í vikuni ikki møtt upp til venjing hjá Tottenham. Tað er Andre Villas Boas ikki so fegin um og metir tað verða brot á sáttmálan.
- Tað er ikki rætt, at hann ikki møtur upp til venjing. Møguliga roynir hann at trýsta felagið, men tað er nú upp til leiðsluna at staðfesta, um tað er nokk til at geva honum eina bót, sigur venjarin hjá Tottenham.
Andre Villas-Boas gav honum frí um vikuskiftið og so skuldi hann møta aftur til venjing týsdagin, men tað gjørdi Gareth Bale ikki. Umboð fyri Gareth Bale og Tottenham hava verið í Madrid, har tað hava verið samráðingar við forsetan í Real Madrid, Florentino Perez.
Gareth Bale hevur ikki spælt fyri Tottenham í nýggja kappingarárinum vegna skaða. Hann er tó úttikin til walisiska landsliðið, sum spæla spæla 6. og 10. septembur.
Prísurin fyri Gareth Bale sigst liggja 750 milliónir krónur og lønin er um 2,5 milliónir krónur um vikuna. Tottenham keypti Gareth Bale fyri 60 milliónir krónur frá Southampton fyri seks árum síðani.
Tað nýggjast úr Sky Sports er, at AS Roma hevur váttað, at Tottenham hevur keypt Erik Lamela fyri yvir 200 milliónir krónur. Hetta verður mett sum ein týdningarmikil liður í at Tottenham eru sinnaðir at selja Gareth Bale.










