Baldvin Baldvinsson seksti

Fríggjadagin 15. okt. verður ein kendur havnarmaður seksti, og tað er eingin annar enn Baldvin Baldvinsson, málarameistari.

Ótrúligt at árini eru vorðin seksti hjá hesum unglinga, ið so lættan sæst fara runt býin, og sum altíð er til reiðar við einum smíli ella skemtandi orði.

Baldvin er uttan iva best kendur sum fótbóltsspælari, og eftir at vera givin sum spælari, og sum ein av okkara bestu fótbóltsdómarum, er hann forrestin virkin enn sum eygleiðari.

At Baldvin er B.36-ari er eingin loyna, ja, eg haldi hann er B.3600-ari, so heilhjartaður sum hann er í felagnum.

Og tí er einki løgið í, at hann fegin vil hitta vinfólk og kenningar fríggjamorgunin í B.36-húsinum, sjálvandi.

Og mong munnu tey vera, ið koma at heilsa upp á teg Baldvin. Vit á kondittarínum koma í øllum førum.

Hjartaliga tillukku á runda degnum ynskja vit tær Baldvin.

Kondittaristarnir.