Baldvin 25 ára starvsdag

Í dag var móttøka fyri Baldvini Jacobsen, sum hevði 25 ára starvsdag í Tórshavnar Kommunu.

Í dag var móttøka fyri Baldvini Jacobsen, sum hevði 25 ára starvsdag í Tórshavnar Kommunu.

- Langa starvstíðin onkursvegna prógvar fyri okkum, at tú hevur trivist í starvinum, og sera mongu royndirnar, tú hevur savnað øll hesi árini, munnu hava eitt sera stórt virði fyri kommununa sum arbeiðsgevara, segði Annika Olsen, borgarstjóri, á samkomu seinnapartin í dag.

Áðrenn Baldvin fór undir drúgvu starvsleiðina hjá Tórshavnar Kommunu, egndi hann fyri fyri útróðrarmenn í heimbygdini Nólsoy, umframt at arbeiða á flakavirkinum. Í frítíðini hevur hann eisini róð við Tarvinum í Nólsoynni.

- Eg fari okkara alra vegna at takka tær fyri títt trúfesti hesi 25 árini, ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta í tí komandi, segði Annika Olsen at enda.