Bakur og Stelkur í Saltangará

Á Landingarmiðstøðini hjá Beta vænta tey ongan bát aftur fyrr enn einaferð í komandi viku Ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur hava landað í Saltangará í morgun. Teir hava 590 kør, harav 40-42 kør eru av toski. Restin er upsi. Samlaða veiðan hjá skipunum er 370.000 pund. Bakur og Stelkur hava roynt í umleið eina viku.

Fyrr í hesi vikuni landaðu eisini nøkur onnur skip í Saltangará.

Á Landingarmiðstøðini hjá Beta siga tey, at ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur vóru týsdagin við 340.000 pundum. Váðasteinur, sum roynir við línu, hevur landað 40.000 pund, og trolbáturin Sigrun hevur landað 24.000 pund.

Ein landing hevur verið aftrat hesa vikuna. Tað var garnabáturin Vesturland, sum landaði 5.000 pund av havtasku. Vesturland breyt túrin av, tí skipið eitt skifti skal loysa av sum vaktarskip í frálandavinnuni.

Tá vit frættu úr Saltangará í morgun, væntaðu tey ikki nakran bát komandi týsdag, sum er fyrsti arbeiðsdagur eftir hvítusunnuna.