Fiskivinna
Upsafiskiskapurin var eitt sindur slakari í juli, enn hann annars hevur verið, men nú er líkt til, at nógvur upsi aftur er at fáa.
Bakur og Stelkur landaðu stívliga 300.000 pund av upsa í Saltangará leygardagin, og longu í dag koma skipini innaftur at landa, helst við somu nøgd sum leygardagin.
Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at upsin, sum skipini hava fingið, hevur verið á eini leið.
- Bakur og Stelkur hava riggað ógvuliga væl, síðan tey komu til landið, og tey hava fingið nógvan fisk, sigur reiðarin hjá P/F Beta.