Bakur og Stelkur landa í Saltangará

Upsafiskiskapurin hevur verið heldur slakur í seinastuni, men ymiskt er, hvussu roynist. Onkur pør hava fingið væl av fiski, eitt nú Bakur og Stelkur, sum landa í morgin Partrolararnir Rókur og Lerkur hava landað í Saltangará í dag. Skipini, sum hava verið úti í eina góða viku, høvdu eini 200.000 pund tilsamans. At kalla øll veiðan er upsi.

Í gjár landaði Eysturbúgvin umleið 260.000 pund av gulllaksi í Saltangará. Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum eisini landar í Vestmanna í dag.

Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin hjá Eysturbúgvanum, meðan Atlantis í Vestmanna keypir fiskin hjá Vesturbúgvanum.

Tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði, hava fiskað væl, síðan vertíðin byrjaði.

Í morgin landa partrolararnir Stelkur og Bakur í Saltangará. Teir hava eini 300.000 pund, meginparturin upsi.

Á Landingarmiðstøðini hjá Beta siga tey, at Váðasteinur, sum roynir við línu, væntandi kemur inn at landa hósdagin og partrolararnir Heykur og Falkur í seinasta lagi fríggjadagin.