Skip
Næstsíðsta sunnudag komu trolararnir, Bakur og Stelkur, aftur úr Vigo í Spaniu, har teir hava verið til garantieftirlit.
Samstundis, sum skipini hava verið til eftirlit, eru ymiskar broytingar gjørdar umborð. Haraftrat eru tey eisini pussaði upp, soleiðis at tey nú aftur síggja út sum nýbygningar.
Líka síðan Bakur og Stelkur komu til landið, hevur verið havt á munni, at tey rullaðu alt ov illa.
Skipasmiðjan, sum bygdi skipini, avgjørdi at leggja stabiliseringstangarnar niðarliga í skipið. Hetta helt reiðaríið lítið um, men skipasmiðjan royndi at sannføra eigararnar um, at hetta var í lagi. Skjótt vísti tað seg tó, at loysnin var vánalig ? fyri ikki at siga ónýtilig. Skipini rullaðu óvanliga illa og vóru strævin at vera umborð á hjá manningini, serliga í tí ringu tíðini av árinum.
Betri skip
Tá ið spanska skipasmiðjan seinni var í Føroyum og gjørdi sínar kanningar, ásannaðu teir, at skipini rullaðu alt ov illa.
Nú Bakur og Stelkur hava verið til garantieftirlit, hevur spanska skipasmiðjan sett nýggjar slengrikjølar á skipini. Hesum hevur skipasmiðjan sjálv borið kostnaðin av. Samstundis eru lensiportrini broytt, soleiðis at sjógvur ikki kemur inn ígjøgnum tey.
Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at manningin sum heild letur væl at broytingini.
- Teir mest pessimistisku siga, at skipini eru broytt, meðan teir optimistisku siga, at tey eru ikki til at kenna aftur, sigur hann.
Reiðarin sigur, at meira verður ikki gjørt við Bak og Stelk, men hann dugir í løtuni ikki at siga, hvør loysn hevði verið vald, um reiðaríið í framtíðini skuldi bygt fleiri skip á skipasmiðjuni.
- Stabiliseringstangarnir lógu niðarliga í skipinum, og haraftrat gingu teir heldur ikki heilt út í borðini.
Ragnar sigur, at nógvur sjógvur kom inn ígjøgnum gomlu lensiportrini.
- Men nú Bakur og Stelkur hava fingið nýggj portur, samstundis sum skipini rulla minni, verður dekkið eisini nógv turrari.
Tungur rakstur
Spurdur, um hann væntar, at skipini fara at fiska betur, nú tey verða arbeiðsligari hjá manningini, sigur reiðarin:
- Nei, tað vænti eg ikki, tí tey hava fiskað so væl, at sjálvur fiskiskapurin kann neyvan gerast nógv betri, sigur Ragnar, sum annars fegnast um, at tað nú verður liviligari hjá manningunum umborð á Baki og Stelki.
Hann sigur, at hóast tað ikki restar nógv í, at raksturin hjá skipunum hongur saman, væntar hann kortini, at tey eisini fara at hava eitt ávíst hall í ár.
- Tað er sum heild tungt at fáa raksturin hjá partrolarunum at hanga saman við verandi prísum, og nú skipini hava mist 40 fiskidagar í ár, skal seinasti ársfjórðingur roynast rættiliga væl, um raksturin ikki skal geva eitt lítið hall, tá ið árið er úti, sigur Ragnar Olsen, reiðari.









